Hátíðarhalda tveir landsstovnar við evnisdegi

Hátíðarhalda tveir landsstovnar við evnisdegi
10 ár eru liðin, síðani Barnanna umboðsmaður kom. Og Landsgrannskoðanin hevur 25 ár á baki
Landsgrannskoðanin hevur 25 ár á baki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2025 - 08:51

Løgtingið hátíðarheldur tveir føðingardagar við evnisdegi í dag. 

10 ár eru, siðani Barnanna umboðsmaður kom. Og Landsgrannskoðanin hevur 25 ár á baki.

Evnini á evnisdegnum eru rødd barnsins og eftirlit við landsins pengum.

Tiltakið er fyri innboðin.

Løgtingsfólk, landsstýrisfólk, Barnanna umboðsmaður, Landsgrannskoðanin og embætisfólk eru boðin. 

Eisini eru gestir úr grannalodnum. Teir eru Mina Gerhardsen, barnaumboð í Noregi, Arnulf Tverberg, stjóri, og Jens Gunvaldsen, grannskoðari hjá norsku ríkisgrannskoðanini.

Og Gitte Korff, fyrrverandi skrivstovustjóri hjá donsku ríkisgrannskoðanini, samanber grannskoðanirnar í Norðurlondum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523