Kina leggur toll á amerikanskt kol

Kina leggur toll á amerikanskt kol
USA hevur útsett revsitollin á vørur úr Meksiko og Kanada í 30 dagar
Kinesiski leiðarin Xi Jinping. Kina svarar nú aftur USA aftur, og leggur toll á amerikanskt kol.
 
04.02.2025 - 09:36

Kina leggur 15 prosent toll á kol úr USA og einstakar amerikanskar vørur.

Tað er mótleikurin, eftir at USA hevur lagt toll á kinesiskar vørur. 

Kinesiska tollhækkingin kemur í gildi 10 februar, skrivar Reuters.

 

Tollurin útsettur

Donald Trump var skjótur at boða frá, at hann fór at leggja toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina, eftir at hann tók við sum amerikanskur forseti.

Meksiko og Kanada siga, at tey fara at gera tað sama hinvegin. Men í gjár kom fram, at revsitollurin á vørur úr Meksiko og Kanada er útsettur 30 dagar.

Kanada hevur lovað, at senda 10.000 hermenn til markið til USA, fyri at forða fyri rúsevnasmugling, og ólógligari innflyting.

Meksiko hevur lovað neyvt tað sama.

 

Kina hevur kært

Nógvar vørur úr Kina hava longu 10 og 25 prosent toll, og nú verða 10 prosent løgd oman á kinesisku vørurnar, sum hava virði av 400 milliardum dollarum, ella góðar 2.900 milliardir í okkara pengum.

Kina hevur sent heimshandilsfelagsskapinum, WTO, klagu um amerikanska tollin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990