Banna útlendskum stuðli

Banna útlendskum stuðli
Danski forsætisráðharrin stuðlar grønlendsku avgerðini um at banna útlendskum stuðli til grønlendska valið og ynskir tað sama gjørt í Danmark
Mette Frederiksen og Keir Starmer
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
04.02.2025 - 21:06

Val verður í Grønlandi 11. mars, men tingið samtykti eisini, at tað skal vera bannað at taka ímóti dulnevndum og útlendskum pengastuðli til valstríðið. Tað er fyri at sleppa undan útlendskari ávirkan.

Eitt ávíst kjak tók seg upp í tinginum, tí flokkurin Naleraq tulkaði uppskotið soleiðis, at tað eisini bannaði stuðli úr Fólkatinginum til grønlendsku flokkarnar. Hetta fekk tingið at samtykkja eitt broytingaruppskot, sum gav loyvi at taka móti stuðli úr Fólkatinginum.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tekur undir við grønlendsku avgerðini. Tað segði hon eftir ein fund við bretska forsætrisráðharran Keir Starmer í gjárkvøldið. Hon greiddi á tíðindafundi frá, at Danmark skal umhugsa at seta líknandi lóggávu í verk, tí tað eru so nógv sterk útlendsk áhugamál, sum vilja skapa órógv í Europa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444