- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni í landskatti hjá lítlum inntøkum

Landsskatturin fyri lítlar inntøkur er minkaður heilt upp í 15.550 krónur í ár samanborið við tað, sum hann var í 2015.
Hetta er skatturin hjá teimum, sum hava millum 27.500 og 37.500 kr. í inntøku um árið.
Hjá øðrum láginntøkum er landsskatturin minkaður eitt sindur minni hesi tíggju árini.
Til dømis fingu tey, sum høvdu inntøkuna 37.500 í 2015 6.417 krónur í skatti um mánaðin tað árið.
Tey fáa 5.121 kr. í ár.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Hans Jacob Thomsen, løgtingsmann, sum spurdi um skatt av lítlum inntøkum.
Men so skal takast við, at seinastu 10 árini eru príslagið og lønarlagið hækkað.
Lønin er yvir 30 prosent størri nú enn hon var í 2015.
Og brúkaraprístalið er góð 20 prosent størri.
Niðurstøðan er sjálvandi tann, at ein króna í 2025 er ikki tað sama verd sum ein króna var í 2015.
Sum frá líður gera prísvøkstur og lønarvøkstur, at inntøkuskatturin veksur aftur, hóast løgtingið ikki broytir skattin.
Ruth Vang sigur, at hon í næstum fer at almannakunngera uppskot um at javna skatt og avgjøld.