Ítróttafagnaðurin í myndum: EM-kvinnurnar vóru bestar í 2024

Ítróttafagnaðurin í myndum: EM-kvinnurnar vóru bestar í 2024
Føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum fór avstað við Ítróttanavninum 2024, meðan Niklas á Líðarenda fekk heiðursskjal Poul E. Petersen á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF
Bjarta O. Johansen, Elsa Egholm, Brynhild Pálsdóttir, Turið Arge Samuelsen, Anna Elisabeth H. Weyhe og Lukka Arge tóku ímóti Ítróttanavninum 2024
Mynd: Bárður Lydersen  
 
02.02.2025 - 18:30

Hondbóltslandsliðið við kvinnum vóru bestar í føroyskum ítrótti í 2024. Tað varð staðfest á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF leygarkvøldið, tá EM-kvinnurnar fingu Ítróttanavnið 2024 frammanfyri OL-rógvararnar, Sáru Mariu Johansen og Sverra Sandberg Nielsen.

Føroysku kvinnurnar spældu seg í fjør til EM-endaspælið, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa fyrsta EM-stigið til høldar, tá tær við flottum liðavrikið spældu 17-17 javnleik ímóti Kroatia.

Myndir: Bárður Lydersen

 


Hendan vegin til næstu dreymarnar, tykist Aksel V. Johannesen at siga við tær seks á hondbóltslandsliðnum, sum tóku ímóti Ítróttanavninum 2024 leygarkvøldið. 

 

Heiðursskjal Poul E. Petersen: Niklas á Líðarenda

Ítróttasamband Føroya lat í ár heiðursskjal Poul E. Petersen til Niklas á Líðarenda fyri hansara megnar arbeiði fyri føroyskan ítrótt. Niklas á Líðarenda hevur dømt fótbólt í ein mansaldur, og hóast hann táttar í tey 70, var hann at síggja á vøllinum eini 10 ferðir so seint sum farna kappingarár.

Síðan hann gavst at døma á hægsta stigi hevur hann vegleitt teimum, sum hava tikið táttin upp eftir hann, millum annað sum formaður í dómarafelagnum.

 

 


Niklas á Líðarenda var ógvuliga fegin um stóra heiðurin, sum honum varð latin. Bert 11 hava fingið Heiðurskjal Poul E. Petersen undan honum. 

 

Ítróttastjørnuskotið 2024: Líggjas Joensen, svimjing

Tey ungu ítróttafólkini sluppu eisini upp á part, tá Ítróttastjørnuskotið var latið. Tað var nevniliga 16 ára gamli svimjarin Líggjas Joensen, sum vann frammanfyri Mariu Pálsdóttir Nólsoy (hondbóltur) og Miu Højgaard (amboðsfimleikur).

Líggjas Joensen fór í summar til Danmarkar at búgva, og hann venur nú hart í Aalborg Svømmeklub og letur væl at umstøðunum. Málið er einki minni enn olympiskt gull.

 


Smíl: Turið Arge Samuelsen handaði Líggjasi Joensen Ítróttastjørnuskotið 2024. Nógv verður væntað av svimjaranum í framtíðini.

 

Ítróttaeldsálin og Ítróttasólstrálan 2024: Hildigarð Eliasen, fótbóltur, og Lea Sundberg Eliasen, fimleikur

Tvær heiðurslønir, sum hava nógv til felags, eru Ítróttaeldsálin og Ítróttasólstrálan. Ikki minst í ár, tí tær endaðu í somu familju. Lea Sundberg Eliasen fekk Sólstráluna fyri sítt ídni sum íðkari, venjari og samskipari í fimleikafelagnum Ljósinum, har hon brúkar stóran part av síni tíð.

Omma hennara, Hildigarð Eliasen úr Fuglafirði, gjørdist eldsálin. Síðan nítiárini hevur hon lagt lív og sál í fótbóltsfelagið ÍF, har hon hevur sitið í nevnd í fleiri áratíggju. Fagnaðurin var sostatt stórur í Eliasen-familjuni leygarkvøldið.

 


Niels T. "Natte" Nattestad handaði Hildigarð Eliasen statuett og kekk fyri at hava vunnið Ítróttaeldsálina 2024. Hon var kend sum ÍF-mamman og seinni kanska sum ÍF-omman.

 


Lea Sundberg Eliasen gjørdi ommuni kynstrið eftir, tá hon vann Sólstráluna 2024. Tað vóru tær báðar, sum vunnu í fjør, Gyðja Djónadóttir og Johanna Østerø úr Neistanum, sum lótu heiðurin víðari.

 

Ítróttavenjarin 2024: Jóhan Petur Poulsen, fótbóltur

Ein av stóru ítróttasøgunum í 2024 var, at menninir hjá Víkingi fóru avstað við sínum fyrsta meistaraheiti síðan 2017. Tað hendi undir kønu leiðsluni hjá Jóhan Peturi Poulsen, sum gjørdist Ítróttavenjarin 2024, frammanfyri Mark Lausen-Marcher (hondbóltur) og Rógva Nielsen (flogbóltur), sum eisini vóru í uppskoti. 

 


Jóhan Petur Poulsen hevur leitt besta mansliðið hjá Víkingi til bæði steypa- og FM-gull seinastu árini, men hann er felagsins maður, og fylgir við og vegleiðir í øllum aldursbólkum hjá fótbóltsfelagnum í Eysturkommunu.

 

Ítróttafelagsskapurin 2024: Ternan, flogbóltur

Fyrsta heiðurslønin, sum varð latin leygarkvøldið, var Ítróttafelagsskapurin, og hon fór á Toftir. Flogbóltsfelagið Ternan er lutfalsliga nýtt, men hóast hetta er tað eydnast at ment felagið støðugt ígjøgnum tey seinastu umleið 15 árini.

Fyri tað fekk Bjørt í Grógv handað Ítróttafelagsskapin 2024 frammanfyri Dartsamband Føroya og Hósvíkar Róðrarfelag, sum eisini vóru í uppskoti.

 


Upp um høvd: Bjørt í Grógv fegnast um, at flogbóltsfelagið Ternan á Toftum hevur fingið heiðurin sum Ítróttafelagsskapurin 2024.

 


Ítróttafagnaðurin 2024 bjóðaði umframt tær sjey heiðurslønirnar upp á innsløg og tónleik. Her er tað Tóra við Keldu, sum syngur OL-sangin frá Seoul 1988, Hond í hond, sum hon sjálv hevði týtt úr enskum. Tóra við Keldu var ein av fýra føroyskum paraíðkarum, sum vunnu fleiri heiðursmerki í svimjing í Suðurkorea.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF