VIKUKJAKIÐ: Røringur og tilbúgving heima og úti í heimi

VIKUKJAKIÐ: Røringur og tilbúgving heima og úti í heimi
Annika Sølvará og Gunnar K. Nattestad kjakast um vikuna, ið fer.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2025 - 12:23

Eisini hesa vikuna hevur nógv verið í tíðindameldrinum bæði her heima og úti í heimi,

Mánadagin var altjóða Holocaustdagur, og minnishald hava verið nógva staðnis. Í ár eru 80 ár síðani at Reyði herurin bjargaði teimum, ið enn vóru í týningarleguni Auschwitz-Birkenau í Polen, har áleið 1,1 millioner lótu lív. Í samband við tað var stórt minningarhald í Auschwitz. 

Ríkisfelagsskapurin og ætlanirnar hjá Trump at fáa ræði á Grønlandi fylla framvegis nógv, og eitt nú hevur Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark verið á ferð í Evropa og eitt nú vitjað Emmanuel Macron. 

Gongd er eisini á støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum, tí grein 6 nevndin, sum millum annað skal taka støðu til limaskap hjá Føroyum í WTO, er sett. 

Spenta støðan og stóru politisku málini bæði her heima og úti í heimi fekk vikukjakararnir at velja vikuorðini: Røringur/kaos og tilbúgving. 

Vikupanelið hesa vikuna er mannað av Gunnari K. Nattestad og Anniku Sølvará.

Tey skifta orð um formansumfarið um ríkisfelagsskapin, tilbúgvingartyrlur og um hvørt stríðið í Gaza/Ísrael átti at verið á skrá á altjóða Holocaustdegnum hjá Námi í ár.

 

Lurtið eftir vikukjakinum:

1723575

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF