Marianne Faithfull farin um sýn 78 ára gomul

Marianne Faithfull farin um sýn 78 ára gomul
Sangarin, sangskrivarin og sjónleikarin Marianne Faithfull, ið var eitt poppikon í sekstiárunum, og gjørdist kend við sanginum "As Tears Go By", er deyð 78 ára gomul
Marianne Faithfull gjørdist 78 ár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
31.01.2025 - 09:35

Marianne Faithfull andaðist stillisliga í heimi sínum í London í gjár, 78 ára gomul. Tað váttar hennara talsfólk fyri altjóða miðlum. 

Marianne Faithfull er serliga kend fyri sítt sekstiára hitt "As Tears Go By", ið er skrivað at Keith Richards og Mick Jagger úr The Rolling Stones. Marianne Faithfull og Mick Jagger vóru eitt skiftið eisini par. 

 

Marianne Faithfull bleiv uppdagað á einum balli í London av umboðsmanninum hjá The Rolling Stones, Andrew Loog Oldham, í 1964, og hon var bara 16 ár, tá "As Tears Go By" kom út. 

Hon var eisini kend sum sjónleikari í filmunum "Girl on a Motorcycle", sum kom út í 1968, og "Hamlet" frá 1969. 

Men móti endanum av sekstiárunum var Faithfull vorðin bundin av rúsevnum, og hon stríddist í nógv ár fyri at sleppa av við bundinskapin. 

 

"Broken English" var stóra útgávan

Tónlistarligi varðin eftir Marianne Faithful verður nokk serliga hennar frálíka pláta "Broken English" frá 1979, ið var eitt tónlistarligt comeback hjá henni.

 

Plátan bleiv eisini umrødd, tá Plátupanelið í Kringvarpinum viðgjørdi "Comeback"-plátur. 

>>HOYR: Plátupanelið #016 (Comeback-plátur)

Í sínum endurminningum frá 1994, "Faithfull", skrivaði Marianne Faithful um sítt ókyrra lív. 

"Bið ongantíð um umbering, og lat vera við at rættvísgera - søgdu vit ikki altíð tað? Vel, eg havi ikki, og eg fari ikki." 

Marianne Faithfull gjørdist 78 ára gomul 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178