Dýrari at fáa vørur tollaðar og at skylda landskassanum pening

Dýrari at fáa vørur tollaðar og at skylda landskassanum pening
Kunngerðin um nýggju gjøldini kemur í gildi 1. mars
Fíggjarmálaráðið og TAKS mæla til at hækka gjøldini.
 
28.01.2025 - 08:50

Tað verður dýrari at fáa vørur tollaðar uttan fyri vanliga arbeiðstíð og at skylda landskassanum pengar.

Fíggjarmálaráðið og TAKS mæla til at hækka avgreiðslugjøldini fyri tollavgreiðslur uttan fyri vanliga arbeiðstíð og gjøldini fyri at krevja inn falna skuld til landskassan.

Í prosentum er hækkingarnar stórar.

Fyri tollavgreiðslur hækkar gjaldið, sum kom í 2023, úr 450 upp í 600 krónur.

Og gjaldið fyri skuld fer úr 30 upp í 100 krónur. Tað hevur verið 30 krónur síðani 2010.

Gjaldið er fyri hvønn rykkjara fyri skatt, avgjøld, barnapening, rokningar og annað.

Kunngerðirnar um gjøldini skulu koma í gildi 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF