Vørulyfta ger, at tað dregur út við H-bygninginum

Vørulyfta ger, at tað dregur út við H-bygninginum
Sjúkrahússtjórin hevur fleiri ferðir rykt Landsverk eftir tíðarætlan, nær Landssjúkrahúsið kann taka lyftuna í nýtslu
Tað dregur út at fáa arbeiðið liðugt, so allur H-bygningurin kann takast í nýtslu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2025 - 15:18

Vørulyftan er høvuðsorsøkin til, at H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum ikki kann takast endaliga í nýtslu.

Kringvarpið hevur fingið innlit í samskifti millum Landssjúkrahúsið og Landsverk um tíðarætlanina, nær Landssjúkrahúsið kann taka H-bygningin í nýtslu.

Yvirtøkan er útsett fleiri ferðir, og vørulyftan er ein av orsøkunum. 

Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, hevur í fleiri umførum rykt Landsverk eftir eini tíðarætlan, nær Landssjúkrahúsið kann taka lyftuna í nýtslu.

 

Sigurð Ó. Vang. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

17. oktober í fjør skrivaði Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari fyri verkætlanardeildina hjá Landsverki, soleiðis til stjóran á Landssjúkrahúsinum:


"Í hesum føri vilja vit mæla til at byrja nú beinanvegin brúk av vørulyftuni til óklassificeraðar vørur. Lyftan er fyrr í summar reingjørd av prof. reingerðarfelag, og verður í løtuni arbeitt við seinastu tettingunum. Herfyri var eisini upplæring í skipanini. Upplagt høvi er nú til at royna ætlaðu inndeilingarnar til at seta vørur inn á, og gera sær víðari royndir, bæði tekniskt og praktiskt, og eisini um evt. uppfylging.

Ein av komandi døgunum vita vit so væntandi, nær partikkultestin kann gerast, og tettingarnar ætlandi eisini verða lidnar. Partikkultestin er ikki eins týðandi fyri ta óklassifiseraðu vørulyftuna."

 

Steinar Eirikstoft.


Sama dag svarar Steinar Eirikstoft:

"Vørulyftan er torskild, og tað er av alstórum týdningi, at hon er fult virkin, fyri at H-bygningurin kann fungera. Hon skal halda tættleika, hon skal vera sera rein, og tað skal vera dokumenterað við partikultest. Hetta má gerast fyrst, áðrenn vit kunnu taka hana í nýtslu.

Vit hava óteljandi ferðir kunnað um, at vørulyftan er høvuðsveitari fyri øllum vøru-flowinum, og tískil alneyðug, áðrenn vit kunnu taka H-bygningin í fulla nýtslu. Vit mugu seta øll segl til fyri at fáa hana lidna. Hetta fær beinleiðis ávirkan á, nær B7 og B8 kann flyta inn.

Kunnu tit tískil koma við einari nágreiniligar ætlan fyri, nær hon er klár."

Nakað av samskifti hevur verið síðani, bæði um vørulyftuna, um felagsgoymsluna og onnur viðurskifti, sum heldur ikki er liðug.

Landsverk er framvegis ikki komið við eini nýggjari tíðarætlan, nær vørulyftan er klár at taka í nýtslu.

Landssjúkrahúsið hevur áður dagfest, nær lyftan, vørugoymslan, medisinska deild, isilatiónsstovurnar og annað kann takast í nýtslu, men nú eru tey givin at seta dag á.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226