FSF: "Leikaraleiðin" kveikt venjaraneistan

FSF: "Leikaraleiðin" kveikt venjaraneistan
- Tað er als ikki óhugsandi, at eg gerist venjari, og tá verður hetta skeiðið heilt víst í amboðskassanum, sigur landsliðsspælari, sum hevur verið á nýggjum venjaraskeiðið
Nógv væl kend andlit royndu seg á nýggja venjaraskeiðnum hjá FSF kallað "leikaraleiðin".
Mynd: Brynhyld Absalonsen  
 
27.01.2025 - 21:12

Um vikuskiftið endaði fyrsta royndin við sonevndu leikaraleiðini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Eitt nýtt venjaraskeið fyri fyrrverandi og núverandi fótbóltsspælarar, sum hava royndir frá hægri stigi í Føroyum og uttanlands.

Góðir 30 spælarar vóru við, og ein av teimum var landsliðsspælarin úr KÍ, Odmar Færø, sum letur væl at.

 - Hetta var eitt læruríkt tíðarskeið, við sera góðum undirvísarum. Tað er stórur munur at vera spælari og venjari, og tað kom eisini greitt fram á skeiðnum, sigur Odmar Færø, ið umhugsar at fara venjaraleiðina, tá hann einaferð gevst at spæla fótbólt.

 - Ja, tað rokni eg við at eg fari. Tað verður í øllum føri ringt at sleppa fótbóltinum heilt, so tað er als ikki óhugsandi at eg gerist venjari, og tá verður hetta skeiðið heilt víst í amboðskassanum, sigur miðverjin við heimasíðuna hjá FSF.

Fótbóltssambandið fegnast um góðu undirtøkuna, og nú verður umhugsað at hava eitt líknandi skeið fyri kvinnur, ið hava royndir frá hægri stigi sum spælarar.

 - Hetta var eitt sera áhugavert og spennandi skeið, ið hevði til endamáls at fáa fyrrverandi og núverandi spælarar at luttaka, og tað eydnaðist eisini til fulnar. Vónandi hava vit kveikt ein neista, so fleiri av hesum fara á B4 venjaraútbúgvingina, sum eftir ætlan byrjar í vár, sigur Jógvan Martin Olsen, ið var ein av undirvísarunum á “Leikaraleiðini”.

Millum núverandi og fyrrverandi spælararnar, sum vóru við á nýggja venjaraskeiðnum, kunnu nevnast Rógvi Jacobsen, Hallur Hansson, Klæmint Andrasson Olsen og Sámal Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226