Danskarar vilja halda fast

Danskarar vilja halda fast
Ein stórur meiriluti av danskarunum vilja hava, at Grønland verður verandi í ríkisfelagsskapinum, vísir ein nýggj meiningakanning niðri, sum Epinion hevur gjørt.
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
25.01.2025 - 17:39

Samstundis er talið á teimum, sum vilja geva Føroyum og Grønlandi størri sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin, vaksið úr 31 upp í 43 prosent frá oktobur til nú.

- Hetta upptekur annars ikki danskarar serliga nógv, tí tað hevur stórt sæð onga ávirkan á teirra gerandisdag, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.

Kanningin, sum er gjørd fyri DR og Altinget, vísir, at bara 17 prosent av danskarunum vilja hava ríkisfelagsskapin at halda uppat.

Tilsamans vilja 70 prosent av danskarunum hava, at ríkisfelagsskapurin skal halda fram so ella so. 27 prosent, at hann skal halda fram sum nú, og 43 prosent, at hann skal halda fram, men broytast, so Føroyar og Grønland fáa størri sjálvstýri.

Árni Gregersen heldur ikki, at meiningin hjá danska fólkinum hevur ta stóru ávirkanina á tað, politikararnir niðri takast við og halda um ríkisfelagsskapin.

- Tvørturímóti bera tølini í meiningakanningunum boð um, at fólkið fylgir politisku leiðsluni í tí, sum hon ger í løtuni, sigur hann.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Hósdag 11. desember
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
201384
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310