Ovurvirkaður matur skal etast við máta

Ovurvirkaður matur skal etast við máta
Etur tú eftir almennu kostráðunum og gert flestu máltíðirnar heima við hús, eigur tú ikki at ræðast ovurvirkaðar matvørur, sigur matvøruverkfrøðingur
 
22.01.2025 - 11:28

Modifiserað stívilsi, hydroliserað protein, maltodextrin og so E-nummur.

Í mong ár hava flestu okkara verið tilvitað um innihaldið av sukri, feitti og salti, tá vit fara til handils. Men vit eiga eisini at hugsa um øll tey kemisku evnini, sum eru at finna í einum stórum parti av matvørunum, vit dagliga keypa. Matvørur, sum eru ovurvirkaðar.

- Ovurvirkaður matur er alt tað, sum tú ikki kanst gera heima í køkinum. Ein framleiðsluháttur, sum er annað enn tað, mann vanliga ger. Mann tilsetur ílatingarevni heldur enn eina rávøru, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, sum er deildarleiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hon er útbúgvin matvøruverkfrøðingur. 

Dømi um ovurvirkaðar matvørur eru til dømis góðgæti, kips, kakur og breyð og bollar, sum heldur sær leingi.

Seint í júst farna ári settu fleiri av norðurlendsku myndugleikunum og miðlar sjóneykuna á ovurvirkaðar matvørur. 

Malan Nicolinudóttir Mikkelsen heldur tó ikki, at vit skulu ræðast tey ymisku ílatingarevnini, sum eru at finna í nógvum av teimum matvørunum, vit dagliga eta.

- Tað, sum stendur á handilshillunum í Føroyum, er alt góðkent. Harafturat er umráðandi at minna fólk á, at etur tú eftir almennu kostráðunum og gert flestu máltíðirnar heima við hús, so er ikki heilsuskaðiligt, um tú onkuntíð etur ovurvirkaðan mat, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen.

Í morgunsendingini fortelur hon millum annað um, hvat ovurvirkaðar matvørur innihalda, og hví vit ikki skulu eta ov nógv av teimum.

1721544

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juni
Video: 8mf, sundalagsstevna 2025
193299
Leygardag 14. juni
Video: 6mf kvinnur, sundalagsstevna 2025
193297
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263