Óneyðugt at broyta niðurskrivingar og solvens í Betri

Óneyðugt at broyta niðurskrivingar og solvens í Betri
Fíggjareftirlitið hevur verið á vitjan í bankanum, sum hevur tikið boðini frá eftirlitinum til eftirtektar
Fíggjareftirlitið kannaði 104 lán, sum umfata slaka helvt av tí, sum bankin hevur í útláni. 
 
22.01.2025 - 08:17

Betri banki hevur lutfalsliga nógv vinnuinnlán, sum innskjótaragrunnurin ikki svarar fyri.

Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum var á vitjan í Betri banka í september í fjør.

Fíggjareftirlitið staðfestir, at ikki er neyðugt at broyta niðurskrivingarnartørvin og solvenstørvin hjá bankanum.

Bankin hevur fingið nøkur boð um at skipa ávís viðurskifti øðrvísi. 

Hesi boð, sum yvirhøvur eru um umsiting, hevur bankin tikið til eftirtektar. 

Okkurt er avgreitt og væntandi vera øll avgreidd innan stutta tíð, sigur Betri banki.

 

Kannaðu 104 lán

Hetta er serliga vantandi skrásetingar og metingar, sum í ringasta føri kunna geva bankanum tap. 

Fíggjareftirlitið kannaði 104 lán, sum umfata slaka helvt av tí, sum bankin hevur í útláni. 

Ikki var neyðugt at broyta nakra niðurskriving.

Men fimm eksponeringar vóru broyttar, tí tær vóru ikki so góðar, sum bankin segði, tær vóru. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313