Múte B. Egede: Grønlendingar og ikki Trump avgera framtíð landsins

Múte B. Egede: Grønlendingar og ikki Trump avgera framtíð landsins
Landsstýrisformaðurin og landsstýriskvinnan í sjálvstýris- og uttanríkismálum hava hildið tíðindafund í Nuuk.
Múte B. Egede, landsstýrisformaður, á tíðindafundi í Nuuk seinnapartin.
 
21.01.2025 - 15:59

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, tók uppaftur á tíðindafundi í Nuuk seinnapartin, at grønlendingar ráða í Grønlandi.

- Vit eru hvørki danir ella amerikanarar. Vit eru grønlendingar, segði hann.

- Eg geri púra greitt, at grønlendska fólkið vil sjálvt hava avgerðina. Vit vilja ikki vera danir, og vit vilja heldur ikki vera amerikanarar, segði landsstýrisformaðurin.

Mute B. Egede og Vivan Motzfeldt, landsstýriskvinna í sjálvstýris- uttanríkismálum, høvdu boðað til tíðindafundar í sambandi við, at Donald Trump hevur tikið við forsetaembætinum í USA.

 

Múte B. Egede og Vivian Motzfeldt á tíðindafundi. 

 

Samstarva í friði og náðum

Vivian Motzfeldt segði, at Grønland er partur av Nato, og diplomati hevur stóran týdning. 

- Vit skulu standa saman um at styrkja Grønland. Vit skulu samstarva í friði og náðum. Tað, sum hevur størsta týdningin í løtuni, er at kunna um støðuna, segði Vivian Motzfeldt.

Donald Trump, forseti, tók uppaftur í gjár, at Grønland er neyðugt hjá USA, og at Danmark má laga seg eftir tí.

Múte B. Egede segði á tíðindafundinum, at tað verða grønlendingar og ikki Trump, sum avgera landsins framtíð.

 

Hava herstøð í landinum

- Seinastu 80 árini hava vit samstarvað við USA á trygdarøkinum, og USA hevur longu herstøð í landinum, segði landsstýrisformaðurin.  

Múte B. Egede segði, at sjálvstýri er ikki tað sama sum at gevast við samstarvinum við Danmark:

- Vit vilja fegin vera sjálvstøðug. Tað merkir ikki, at bond verða kvett, men at samstarvað verður á jøvnum føti.

 

Val

Undan tíðindafundinum var gitt, at landsstýrisformaðurin fór at kunngera, nær landstingsval verður.

Tað skal haldast í seinasta lagi 6. apríl, men Múte B. Egede segði einki um valið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365