Hondbóltur, fimleikur ella svimjing fær Ítróttastjørnuskotið 2024

Hondbóltur, fimleikur ella svimjing fær Ítróttastjørnuskotið 2024
Hondbóltsspælarin Maria Pálsdóttir Nólsoy, svimjarin Líggjas Joensen og fimleikarin Mia Højgaard eru í uppskoti til ítróttastjørnuskotið 2024, ið ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Líggjas Joensen og Mia Højgaard eru í uppskoti til ítróttastjørnuskotið 2024
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
21.01.2025 - 10:32

Hondbóltsúrmælingurin á A-landsliðnum hjá kvinnum Maria Pálsdóttir Nólsoy, ungi og evnaríki svimjarin Líggjas Joensen og stórtalentið innan amboðsfimleik Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag eru í uppskoti til ítróttastjørnuskotið 2024.

Heiðurin verður latin ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr farna árið, og tað er Ítróttasamband Føroya, sum letur heiðurin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll 1. februar. 

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy

Ungi hondbóltsúrmælingurin er farin úr Neistanum til HH Elite í bestu donsku hondbóltsdeildini, har hon hevur spælt væl í heyst. Tey flestu kenna helst 20 ára gamla bakspælaran frá føroyska hondbóltslandsliðnum, har hon hevur havt týðandi leiklut - bæði í undankappingini - og í sjálvum endaspælinum í Sveis í vetur, har tað eydnaðist at spæla søguligan javnleik ímóti Kroatia, skrivar ÍSF millum annað um Mariu Pálsdóttir Nólsoy.

 

Líggjas Joensen

Blaðungi svimjarin skifti í summar Ægir út við Aalborg Svømmeklub, har hann nú venur miðvíst undir góðum umstøðum. Hóast hann bert er 16 ára gamal hevur hann longu gjørt vart við seg. Farna árið hevur vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum í norðurlendskum kappingunum Danish Open, NMU og NJM, og harumframt luttók svimjarin eisini í tveimum heimsmeistarakappingum, stendur í gundgevingunum frá ÍSF.

 

Mia Højgaard

Mia Højgaard út Havnar Fimleikafelag er ein óvanliga góður amboðsfimleikari. Bert 15 ára gomul hevur hon prógvað, at hon telist millum bestu íðkararnar í kongaríkinum. Hon hevur millum annað vunnið DM fyri lið og fleiri gull í DM fyri juniorar. Hon var eisini við á danska landsliðnum, sum kappaðist um EM. Vert er at leggja til merkis, at Mia Højgaard er sera fjøltáttað og stinn innan øll fýra amboðini hjá kvinnunum, skrivar ÍSF.

 

Ítróttafagnaðurin 2024 verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF