Grønland fer til USA at samráðast - um fótbólt

Grønland fer til USA at samráðast - um fótbólt
Í mai mánaði í fjør søkti grønlendska fótbóltssambandið um limaskap í Norður- og Miðamerikansku fótbóltssamgonguni CONCACAF. Í næstum byrja samráðingar um limaskapin í Miami
Grønlendingar vilja hava limaskap í fótbóltssamgonguni CONCACAF
Mynd: Grønlendska fótbóltssambandið KAK á Facebook  
 
21.01.2025 - 18:51

Grønlendska fótbóltssambandið KAK skal í næstum til USA at samráðast um at gerast limur í CONCACAF, sum er fótbóltssamgongan hjá londum í Norðuramerika, Miðamerika og Karibia.

Tað boðar grønlendska fótbóltssambandið frá í tíðindaskrivi.

KAK søkti í mai í fjør alment um at gerast limur í CONCACAF, og beint fyri jól fingu grønlendingar eina innbjóðing um at koma til samráðingar í Miami, har CONCACAF hevur sína høvuðsskrivstovu.

Kenneth Kleist, formaður í grønlendska fótbóltssambandinum, leggur dent á, at fundurin í Miami hevur onki at gera við politisku støðuna, sum er íkomin í sambandi við Grønland.

Hann hevur góðar vónir um, at Grønland kann fáa limaskap í CONCACAF. Hann vísir á, at sum er eru 10 av limalondunum ikki limir í olympiska felagsskapinum IOC, og 12 av limalondunum eru antin fyrrverandi hjálond ella hoyra undir onnur lond.

Umsóknin hjá KAK verður stuðlað av danska fótbóltssambandinum DBU og av grønlendska ítróttasambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990