Fyrstu palestinsku fangarnir latnir leysir

Fyrstu palestinsku fangarnir latnir leysir
69 kvinnur og 21 menn eru latin leys í býti við teir fyrstu tríggjar gíslarnar, sum vóru latnir leysir í gjár
Millum palestinsku fangarnar, sum eru latnir leysir, eru 69 kvinnur. Her veittra tær úr bussinum hjá Reyða Krossi, sum koyrdi fangarnar úr fongslinum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.01.2025 - 09:38

Fyrstu 90 palestinsku fangarnir vóru latnir leysir stutt eftir midnátt.

Tað boðar ísraelska fongsulstænastan frá.

Bussarnir við teimum 90 fangunum fóru frá Ofer-fongslinum á Vestara áarbakka stutt eftir midnátt.

69 kvinnur og 21 menn vórðu latin leys, skrivar Reuters.

Hesi koma øll úr býum ella bygdum á Vestara aarbakka ella Eysturjerusalem. 

 

Emily Damari er ein av teimum trimum kvinnuligu ísraelsku gíslunum, sum vóru latnar leysar í gjár. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Tey 90, sum verða latin leys, eru í býti við teir tríggjar ísraelsku gíslarnar, ið vóru latnir leysir í gjár.  Hetta er fyrsti partur av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi í gjár, og sum skal vara í seks vikur.. 

Íalt 33 gíslar skulu latast leysir í býti við 1900 palestinskar fangar.

Sambært avtaluni skulu 30 fangar verða latnir leysir fyri hvønn gísla. Men er talan um ein hermann ella herkvinnu, verða 50 fangar latnir leysir, skrivar NBC News.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523