Mobilepay í Føroyum nærkast

Mobilepay í Føroyum nærkast
- Tað er ikki óhugsandi, at Mobilepay verður tøkt í øðrum ársfjórðingi, sigur Nicolai Balle, stjóri í Talgildu Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
19.01.2025 - 18:23

Leingi hevur verið bíðað eftir, at Mobilepay eisini verður tøkt í Føroyum, men nú er líkt til, at hendan tænastan skjótt verður veruleiki her eisini - eins og í flest øllum hinum Norðurlondum.

Tað er ikki óhugsandi, at Mobilepay verður tøkt í øðrum ársfjórðingi, sigur Nicolai Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, sum arbeiðir saman við norska felagnum Vips, sum nú eisini hevur Mobilepay um hendur.

Balle_1

 

Tað sigur Nicolai Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, tá vit spyrja hann, nær ella um føroyingar kunnu vænta at sleppa upp í norðurlendsku gjaldsskipanina Mobilepay.

Mobilepay er ein skipan, har tú kanst flyta pening millum kontur umvegis fartelefonina, men í fyrsta umfari sluppu Føroyar ikki upp í skipanina.

Fyrst var skipanin mest ein donsk skipan, men við tíðini er hon farin víðari, eitt nú til Finlands og seinni eisini til Noregs, og tí er tað í grundini ikki spurningurin um eitt danskt telefonnummar, sum nú forðar, um Føroyar kunnu sleppa uppí. 

Og sambært stjóranum í Talgildu Føroyum verður arbeitt saman við norska felagnum Vips fyri at fáa skipanina at virka í Føroyum eisini.

Grønlendingar sluppu upp í skipanina fyri nøkrum árum síðan, men tað var við at knýta eitt danskt telefonnummar at grønlendska nummarinum. Men nú eru so útlit til, at føroyingar eisini sleppa upp í part, enntá í ár.

Balle_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118