Absalon takkar fyri seg

Absalon takkar fyri seg
Eftir gott og væl 40 ára tænastu í føroysku løgregluni, er Absalon Áargarð farin frá vegna aldur
 
17.01.2025 - 10:30

Tað var eitt sindur av tilvild, at Absalon Áargarð valdi yrkisleiðina sum løgreglufólk. Tað var ein lýsing í bløðunum, og ein vinmaður heitti á hann at søkja. Absalon hugsaði, at tað ljóðaði spennandi, so hann sendi eina umsókn avstað.

1. apríl í 1985 fór Absalon á politiskúla í Danmark. Tvey ár seinni byrjaði hann í starvi í Føroyum.

- Fyrsta tíðin var ógvuliga spennandi, nærum ævintýrakent, sigur fráfarni politisturin.

Umstøðurnar hava broytt seg nógv gjøgnum tíðina. Absalon hevur upplivað nógvar skiftistíðir - alt frá at skriva á gomlum skrivimaskinum til nýggja tøkni. Eisini hevur hann upplivað skiftið frá gomlu politistøðini til ta nýggju, og eisini hevur løgreglan júst fingið nýggja skjótihøll.

Absalon hevur gjøgnum 40 ár sum løgreglufólk upplivað mangt og hvat - bæði góðar og gevandi løtur, men sanniliga eisini óunniligar upplivingar, sum hava verið harðar.

Hoyr Absalon greiða frá í samrøðuni niðanfyri:

1720337

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF