Kringvarpið á Barnafilmsfestivalinum

Um KVFTíðindi
Kringvarpið á Barnafilmsfestivalinum
Les um fjølbroyttu tiltøkini, ið Kringvarpið varðar av á Føroya fyrsta barnafilmsfestivali
Barnafilmsfestivalurin verður tann 17.-19. januar í Runavík, Klaksvík og Havn. Øll børn og barnsligar sálir eru hjartaliga vælkomin, sigur fyriskiparin, Filmshúsið.
 
15-01-2025

Føroya fyrsti Barnafilmsfestivalur verður 17.-19. januar í Runavík, Klaksvík og Havn.

Filmshúsið skipar fyri festivalinum í tøttum samstarvi við Kringvarpið, Løkshøll, Varpið, Havnar Bio, Klippfisk, Bókasavnið við Løkin, Býarbókasavnið, Klaksvíkar bókasavn og Runavíkar, Klaksvíkar og Tórshavnar kommunu.

Endamálið við Barnafilmsfestivalinum er at geva børnum úr øllum aldursbólkum eina góða filmsuppliving og kveikja áhugan og forvitnið fyri filmi á føroyskum.

Tað er av fleiri orsøkum týdningarmikið, at Kringvarp Føroya er við á einum slíkum barnafilmsfestivali, heldur Katrin Petersen, virkandi kringvarpsstjóri: 

Kringvarpið hevur ein serligan leiklut í at varðveita og menna føroyska mentan. Við tiltøkum sum Barnafilmsfestivalinum eru vit við til at stimbra listarliga forvitnið hjá børnum, og vit geva teimum innlit í filmsframleiðslu, eitt nú við tiltakinum “Legg rødd til Klintrimús”. Og so er tað sjálvandi føroyska málið, sum Kringvarpið støðugt arbeiðir fyri at verja, serliga við at framleiða føroyskt barnatilfar og varpa tað út á ymsum pallum.

Skráin hjá Kringvarpinum á Barnafilmsfestivalinum. Sí alla skránna á heimasíðuni hjá Barnafilmsfestivalinum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076

Um kvf css