Veiðufelagið: Tíðin at skjóta svartfugl skal ikki styttast

Veiðufelagið: Tíðin at skjóta svartfugl skal ikki styttast
Veiðifelag Føroya er sannført um, at veiðan eftir svartfugli er burðadygg og mælir í hoyringsskrivi til, at partarnir seta seg saman at viðgera veiðu og stovnar
Mynd: @Leivur Janus Hansen  
 
14.01.2025 - 19:12

Tíðin at skjóta fugl skal ikki vera frá 1. oktober, men frá 20. Og tíðin at skjóta eitt kók av svartfugli skal ikki vera til 20. januar, men bara til nýggjársaftan.

Tað skýtur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum, upp.

Hetta skal gerast fyri at minka um veiðitrýstið.

Men Veiðufelag Føroya heldur ikki, at tíðin at skjóta fugl skal styttast. 

Veiðufelagið er sannført um, at tað sum føroyingar skjóta av svartfugla, lomviga og álku, er burðardygg veiða, sum vit kenna hana í dag, sigur Veiðufelagið í hoyringsskrivi til Vinnumálaráðið.

Veiðufelag mælir til, at veiðifólk, myndugleikin og fuglafrøðingar finna loysnir saman. Eitt nú fyri at tryggja, at avgerðir, ið skerja veiðurætt eru so væl grundaðar sum møguligt.

Vit telja ikki fugl regluliga, so vit kenna ikki fuglameingi neyvt, og vit vita heldur ikki neyvt, hvussu nógv vit veiða.

Jóan Petur Joensen, nevndarlimur í Veiðufelagnum, heldur tí, at vísindin og veiðufólk veita hvørjum øðrum vitan um fugl og veiðu.

Hoyr innslag í útvarpstíðundunum:

Veidufelag_Foroya_og_svartfuglur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815