Nýggj sending: Bragdið í Berlin 

Um KVFTíðindi
Nýggj sending: Bragdið í Berlin 
Fyri júst einum ári síðan spældu føroysku hondbóltsmenninir javnleik ímóti Norra í EM-dysti í Berlin. Saman við høvuðspersónunum fara vit aftur um søguliga bragdið
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
10-01-2025

Føroyingar í túsundatali sótu sum á nálum í Mercedes-Benz Arena, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð yvir av norska málverjanum Torbjørn Bergerud við bóltinum í hondini og fáum sekundum eftir á klokkuni.  

Heima í føroysku stovunum var støðan hin sama. 

Spælskiparin var knappur, sendi bóltin til høgru í netið og allar føroyingar í dreymaland. Føroyar høvdu spælt javnt ímóti Norra og tryggjað sær stig í sínum fyrsta EM-endaspæli. 

Á sjálvum ársdegnum 13. januar fara vit aftur um søguliga bragdið í Berlin saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Peter Bredsdorff-Larsen og fleiri av hinum høvuðspersónunum í søguliga dystinum ímóti norðmonnum. 

Bragdið í Berlin verður send í sjónvarpinum mánakvøldið klokkan 20.00. 

Símun Christian Olsen og Ragnar A. Jacobsen leggja til rættis.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168

Um kvf css