Lýggjasta ár higartil

Lýggjasta ár higartil
2024 er lýggjasta ár, sum higartil er skrásett, skrivar AFP við veðurlagstænastuni hjá ES, Copernicus, sum keldu 
Nógvar vatnflóðir vóru í fjør, millum annað í Noregi.
 
10.01.2025 - 06:37

2024 tók hitametið hjá 2023.

2024 er lýggjasta ár, sum higartil er skrásett, skrivar AFP við veðurlagstænastuni hjá ES, Copernicus, sum keldu. 

Miðalhitin í heiminum er nú 1,6 stig hægri, enn hann var, tá íðnaðurin byrjaði og farið var at brúka kol, sum elva til vakstrarhúsgass. 

Í fjør var hækkingin 1,48 stig.

Í Paríssáttmálanum um veðurlag frá 2015 stendur, at hitahækkingin skal ikki fara upp um tvey stig, helst ikki upp um hálvtannað stig. 

Copernicus væntar tó ikki nýtt hitamet í ár, í 2025.

Veðurlagið versnaði nógv í fjør.

Ógvisligur turkur var í nøkrum londum. Í øðrum var stór vatnflóð.

Og so vóru hitabylgjur í nøkrum londum.

Nógv fólk doyðu í hesum verðurlagsbroytingum, sum komu av mannaávum, tí útlátið er so stórt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948