Eftirspurningur eftir nýggjum oljutanga - bíðitíð á Tangavirkinum

Eftirspurningur eftir nýggjum oljutanga - bíðitíð á Tangavirkinum
Nú oljutangin skal skiftast, brúka nógv høvið at skifta hitaskipan, men onnur vilja hava nýggjan oljutanga
Tað eru tey, sum vilja varðveita gomlu hitaskipanina, og skifta oljutangan. (Savnsmynd)
 
07.01.2025 - 11:59

Sjálvt um kunngerðin hevur verið galdandi síðan í september 2018, kom tað óvart á mong, at oljutangin skuldi skiftast fyri ársskiftið.

Hóast nógv brúka høvið at skifta hitaskipan, eru onnur, sum fáa sær nýggjan oljutanga, og tað merkja tey hjá einasta framleiðaranum av oljutangum í Føroyum, Tangavirkinum í Vági.

Fyritøkan gjørdi fyri nógvum árum síðani millum 700 og 800 tangar um árið, men framleiðslan er nógv minkað.

Í fjør gjørdi Tangavirkið umleið 200-300 tangar.

Í løtuni hevur virkið umleið 100 tangar í ordra, og í løtuni er bíðitíð, sigur stjórin, Mortan Mortensen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07012025_Oljutangar

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512