Løgtingsins umboðsmaður finst at Almannaverkinum

Løgtingsins umboðsmaður finst at Almannaverkinum
Tað er atfinningarsamt, at Almannaverkið ikki alt fyri eitt skipaði viðurskiftini sambært avgerð hjá tvingsilsnevndini
Løgtingsins umboðsmaður finst at Almannaverkinum.
 
31.12.2024 - 09:41


Tað er atfinningarsamt, at Almannaverkið ikki alt fyri eitt skipaði viðurskiftini sambært avgerð hjá tvingsilsnevndini, sum ikki góðkendi eitt tilmæli frá Almannaverkinum um at brúka hjálparráð til eitt barn á stovni.

Tað heldur Løgtingsins umboðsmaður, sum var á trimum stovnum, sum veita umlætting til børn, sum ikki eru undir barnavernd.

Hóast tvingsilsnevndin ikki góðkendi, at hjálparráð var brúkt, var tað brúkt kortini.

Stovnsleiðslan segði starsvfólkatrot vera orsøkina.

Umboðsmaðurin heldur, at tað er sjálvsagt, at myndugleikar skipa síni viðurskifti soleiðis, at teir eru førir fyri at lýða og laga seg eftir avgerðum hjá Føroya kærustovni, sum hevur yvirtikið tvingsilsnevndina. 

Umboðsmaðurin helt tað vera atfinningarsamt, at Almannaverkið, sum visti um støðuna hjá stovninum viðvíkjandi inntrivinum, sum helt fram, ikki alt fyri eitt skipaði viðurskiftini eftir avgerðini hjá tvingsilsnevndini.

Umboðsmaðurin biður Almannaverkið um at tryggja sær, at avgerðir um inntriv frá Føroya kærustovni vera lýddar.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini viðmerkingar um flutningstænastu, verju av privatlívi, skúlagongd og hølisumstøður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610