Serlig bútilboð vera dýrari

Serlig bútilboð vera dýrari
Almannaverkið og sjálvbodnir felagsskapir samstarva um at skipa serlig bútilboðum
Almannaverkið.
 
30.12.2024 - 07:05

Serlig bútilboð gerast dýrari næsta ár.

Gjøldini hækka 1. mai.

Tey hækka 500 krónur.

Gjaldið fyri bústað í longri tíðarskeið verður 2.544 kr. um mánaðin við ljósi og hita.

Og gjaldið fyri fyribils bústað verður 2.942 kr. við ljósi og hita.

Kostur fer at kosta í mesta lagi 2.758 kr. um mánaðin.

Tað gjaldið var 2.015 kr.

Gjøldini, sum nú eru, komu 1. januar í 2021.

Almannaverkið og sjálvbodnir felagsskapir samstarva um at skipa serlig bútilboð

Almannaverkið kann veita sjálvbodnum felagsskapum stuðul sambært játtan í fíggjarlógini til at skipa serlig bútilboð.

Stuðul verður latin til serlig bútilboð, ætlað fólki. sum hava so víðfevndar sosialar trupulleikar, at tey ikki eru før fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948