Kringvarpið er við á Jobmatch 2024

Um KVFTíðindi
Kringvarpið er við á Jobmatch 2024
Vitja Kringvarpið í bási 61, um tú hevur hug at forvitnast um størv, praktikkpláss ella fríyrkisarbeiði
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.12.2024 - 15:34

Mánadagin 30. desember er ársins starvsstevna, Jobmatch, í Norðurlandahúsinum, og Kringvarpið er við sum vant. Tiltakið er frá klokkan 12 til 17. 

Kringvarpið hevur fýra leys størv í løtuni, so Jobmatch er gott høvi hjá starvssøkjandi at hitta leiðsluna til prát um størv, møguliga starvsvenjing ella samstarv um skrivligar uppgávur í sambandi við lesnað. Jobprát kann bíleggjast her, men tað ber eisini til at koma í básin til eitt prát uttan at biðja sær tíð. 

Í ár finnur tú okkum í bási nummar 61 í Skálanum.


Føroya fremsti fjølmiðil 

Kringvarp Føroya er miðilin, sum hevur størsta álitið millum fólk. Og er eisini miðilin, flest fólk nýta regluliga. Vit eru fólksins ogn. Ein public service-støð, sum Føroya fólk eigur og rekur. Vit arbeiða støðugt fyri at fáa fram tað, sum er satt, tað, sum er týdningarmikið, og tað, sum er savnandi.  

Kringvarpið er eitt arbeiðspláss, sum aldrin stendur stilt. Vit eru áhugað í øllum, sum flytir, broytir, hendir, skakar, livir! Um tú eisini ert tað – so skuldi tú kanska arbeitt hjá okkum.  

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Um kvf css