Korona gav størri sjálvræði

Korona gav størri sjálvræði
Farsóttarøkið var í veruleikanum yvirtikið í mars 2020, tá korona kom, og yvirtøkan var formlig 1. januar í ár
Nógvir tíðindafundir vóru í koronutíðini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.12.2024 - 15:48

Føroyingar fingu størri sjálvræði eftir koronuhandfaringina.

Farsóttarøkið var í veruleikanum yvirtikið í mars 2020, tá korona kom, og yvirtøkan var formlig 1. januar í ár.

Serliga kanningarnar og tilmælini vóru serstakir tættir í føroysku koronukreppustýringini.

Hetta er høvuðsboðskapurin í kapitli, sum Jens Christian Svabo Justinussen og Rógvi Olavson á Søgu- og Samfelagsdeilini á Setrinum hava skrivað til stórar norðurlendska antologi, úrvalsrit.
 
Hóast Norðurlond á mangan hátt líkjast, so vóru tilgongdirnar til Covid19-stýring sera ymiskar. 

Jens Christian Svabo Justinussen og Rógvi Olavson vísa serliga á, at Føroyar skiltu seg frá øðrum londum við umfatandi kanningarleisti og smittusporingarætlan, sum fleiri onnur lond sleptu tíðliga í koronutíðarskeiðnum.

Í øðrum lagi skriva teir um, hvussu Føroyar meira enn flestu onnur lond valdu eina "mjúka lóggávu" (soft law), sum í høvuðsheitum var ein tilgongd, sum bara bygdi á tilmæli.

Og hon komst fyrst og fremst kom av ríkisrættarligu støðuni og sosiala dynamikkinum, sum mangan er í mikrosamfeløgum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948