Rundur kirkjudagur á Argjum

Rundur kirkjudagur á Argjum
Í morgin, fjórða sunnudag í advent, eru 50 ár liðin, síðani Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum varð vígt og tikið í brúk.
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur og argjamaður
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
21.12.2024 - 17:57

Argir er ung kirkjubygd og fekk bygdin undan jólum í 1974 sína fyrstu kirkju. Longu árið eftir, 24. august í 1975, varð Vesturkirkjan vígd og tikin í nýtslu.

Undan hesum hevði Havnar kirkja verið sóknarkirkja hjá argjafólki, síðan hvalbingurin Andrass Mortansson keypti Argir í 9. mai í 1828 og setti búgv har.

- Kirkjan hevur havt stóran týdning fyri Argir og fólkið, ið her býr, sigur Bergur Debes Joensen, ið sum sóknarprestur varðar av Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum, og sjálvur er argjamaður.

- Eg minnist, hvussu vit beiggjarnir saman við pápa okkara gingu til Havnar í kirkju, líka til vit fingu okkara egnu kirkju á Argjum, tá ið eg var átta ára gamal.

Her kanst tú hoyra Berg Debes Joensen greiða frá degnum:

2024-12-21-Bergur-Debes-Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juni
Video: 6mf kvinnur, sundalagsstevna 2025
193297
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072