25 verkætlanir og sjey miðlar fingu miðlastuðul

25 verkætlanir og sjey miðlar fingu miðlastuðul
Í ár er miðlastuðul, 2,9 mió. kr., latin 25 verkætlanum og sjey miðlum, sigur Miðlastuðulsnevndin. 70 prosent latin til verkætlanir og 30 prosent til lønir
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2024 - 10:01

80 umsóknir komu inn til miðlastuðul í ár. 

Latnar vóru 2,9 milliónir krónur til 25 verkætlanum og sjey miðlar, sigur Miðlastuðulsnevndin.

Sambært miðlastuðulslógini verða 70 prosent latin til verkætlanir og 30 prosent til lønir.

Fimm miðlar fingu stuðul til 25 miðlaverkætlanir.

 

Miðlahúsið 1,9 mió. kr.

Tilsamans fekk Miðlahúsið næstan 1,9 millión krónur í miðlastuðli fyri 2024 gjøgnum Sosialin og Dimmalætting.

FM1 fekk tilsamans góðar 400.000 krónur í miðlastuðli.

Knassar sum rekur Portalin hevur fingið 375.000 

 

Nýggjur leistur verður fyrireikaður

Almanna- og Mentamálaráðið hevur boðað fíggjarnevndini frá, at eitt lógaruppskot er fyrireikað um nýggjan leist at lata miðlastuðul.

Samgongan er samd um, at 30 prosent skulu framvegis fara til lønir.

Men 70 prosent skulu fara til íverksetan, tað er at stovna nýggjar miðlar.

Og forfólkið skal fáa heimild til at avgreiða smærri mál, so sum áheitanir um innlit og svara fyrispurningum, uttan at kalla alla nevndina saman fyri at tryggja viðtøkuføri í avgerðarmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852