Eitt 60 ára langt samferðslulop

Eitt 60 ára langt samferðslulop
Hósdagin sleppa fólk norðanfyri loksins úr 60 ára gamla samferðslulummanum, tey hava livað í síðani 1965, tá nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp fyri almennari ferðslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2024 - 23:00

"That's one small step for man. One giant leap for mankind," mælti Neil Armstrong, tá hann 20. juli í 1969, sum fyrsta menniskja nakrantíð, steig á mánan. 

Myndir:  © Bjarni Árting Rubeksen

 

Men tá amerikumenn lendu á mánanum, høvdu fólk norðanfyri í Árnafirði, Norðtoftum, Depli, Norðdepli, Hvannasundi og Viðareiði longu í fleiri ár koyrt gjøgnum gomlu tunlarnar norður um Fjall. 

 

Hósdagin eru gomlu tunlarnir loksins ein farin tíð, tá nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp fyri almennari ferðslu. 

 

Hóast tað ikki er eitt eins stórt lop og tað var, tá Neil Armstrong gekk á mánanum, so verður tað eitt risastórt og 60 ára langt samferðslulop, ið fólk norðanfyri fara at uppliva hósdagin. 

 

Í roynd og veru hava fólk norðanfyri livað í einum 60 ára gomlum samferðslulumma, ið hevur borið vitnisburð um eina farna tíð. 

 

Gamla farleiðin norður um Fjall úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vóru latnir upp ávikavist í 1965 og 1967.

 

Gomlu tunlarnir eru einbreytaðir og fríhæddin er einans 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar. Tí kunnu heilt stór akfør ikki koyra ígjøgnum tunlarnar.

Í 2018 var gerandisferðslan um samdøgrið 1.400 akfør, sum eru tald vestan fyri Árnafjarðartunnilin.

 

Í januar 2018 búðu 355 fólk á Viðareiði, 245 í Hvannasundi, 166 í Norðdepli, 1 í Depli, 2 á Norðtoftum og 64 í Árnafirði.

 

Nýggju tunlarnir eru ikki bara ein tryggari farleið. Teir eru eisini eitt risalop frá 1965 og inn í samtíðina og framtíðina. 

 

Nýggi Árnafjarðartunnil er 1965 metrar, meðan nýggi Hvannasundstunnilin er 2246 metrar.

Harumframt eru 1,8 kilometrar av nýggjum vegum gjørdir í Ánunum, Árnafirði og omanfyri Norðtoftir móti Norðdepli og Hvannasundi. 

 

Hesir báðir frá Landsverki eru serliga spentir til hósdagin, tí teir hava staðið fyri verkætlanini, Ernst Vágsgarð, formaður fyri virkisdeildini, og Karl Vang, byggileiðari.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365