Hondbóltsvinkonur í Basel

bannari
Hondbóltsvinkonur í Basel
G16-liðið hjá H71 frá 1986 hevur funnið saman aftur nú næstan 40 ár seinni fyri at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum í Sveis
 
03.12.2024 - 11:02

Í 1986 spældu tær hondbólt saman í fimleikarhøllini í Hoyvíkar skúla og hava síðan tá skapt minnir, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. 11 av ungdómsvinkonunum úr Hoyvík eru nú í Basel og heppa á føroysku hondbóltskvinnurnar, og minnini tær nú fáa saman, 38 ár seinni, fara nokk seint í gloymibókina.

- Vit gjørdu ein EM-bólk á messenger og royndu á tann hátt at fáa so nógvar við sum gjørligt. Tað gekk bæði skjótt og væl, sigur Florentze Ó. Bech, sum er ein teirra. 


Á myndini síggjast G16 hjá H71 í 1986. 
 

Fyrrverandi hondbóltsfelagarnir úr Hoyvík fegnast um, at tær tóku stigið og fóru til Basel. 

- Vit hava kenst í nógv ár, men hetta er ein heilt øðrvísi uppliving. Her er so góður hýrur og gott samanhald millum allar føroyingarnar, og tað er fantastiskt at vera við og kunna heppa á okkara stríðskvinnur, sigur Florentze Ó. Bech, sum vónar, at hon og vinkonurnar fara at vera vitni til enn fleiri spennandi hondbóltsævintýr í framtíðini. 


G16 liðið hjá H71 frá 1986 til landsdyst í Basel. Uttast á myndini er eisini Sámal Hansen, ið var venjari hjá teimum í 1986.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523