Kostaði 52.500 krónur at hjálpa landsstýriskvinnuni

Kostaði 52.500 krónur at hjálpa landsstýriskvinnuni
Anfinn V. Hansen, advokatur, hjálpti Umhvørvismálaráðnum at gjøgnumganga tilfarið í málinum Ingilín D. Strøm
Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2024 - 08:02

Tað kostaði Umhvørvismálaráðnum 52.500 krónur, íroknað meirvirðisgjald, at fáa ein uttanhýsis advokat at hjálpa landsstýriskvinnuni, Ingilín D. Strøm, at svara landsstýrismálanevndini.

Tað var í sambandi við kæru um embætisførslu hennara - nevndin var biðin um at kanna, um landsstýriskvinnan hevði givið løgtinginum skeivar upplýsingar um fíggjarligu støðuna hjá Bústøðum.

Sambært rokningini frá Annfinni V. Hansen hjálpti hann aðalráðnum við at gjøgnumganga tilfarið í málinum. Hann hevði fundir við aðalráðið, og skrivaði eisini eitt notat fyri landsstýriskvinnuna.

 

Anfinn V. Hansen, advokatur. 

 

Svarskriv

7. oktober læt Ingilín D. Strøm landsstýrismálanevndini svarskriv til fyribils niðurstøðuna hjá nevndini.

Í ummælisskrivinum mæltu landsstýriskvinnan og advokatur hennara, Anfinn Vitalis Hansen, til at seta ein kanningarstjóra. Men bara tríggjar dagar seinni kom løgtingsstjórin, Johnhard Klettheyggj, við notati til landsstýrismálanevndina, har hann segði, at tað var ikki neyðugt við kanningarstjóra.

Málið endaði sum kunnugt við, at misálit varð reist móti Ingilín D. Strøm. Og 24. oktober, sama dag sum misálitið var viðgjørt í løgtinginum, og greitt var, at meiriluti var fyri tí, valdi landsstýriskvinnan sjálv at leggja frá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519