HM-svimjararnir eru tiknir út

HM-svimjararnir eru tiknir út
Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Isak Brisenfeldt og Líggjas Joensen skulu umboða Føroyar í HM á stuttgeil í desember
HM á stuttgeil verður í Duna Arena í Budapest
 
18.11.2024 - 08:25

Starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya hevur tikið fýra svimjarar út til heimsmeistaraheitini á stuttgeil, sum verður í Budapest í Ungarn 10. - 15. desember. 

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Isak Brisenfeldt og Líggjas Joensen skulu umboða Føroyar.

Líggjas Joensen, sum síðan í summar hevur svomið við Aalborg Svømmeklub, er hin einasti, sum hevur klárað HM-kravtíðina.

Eitt av málunum er at koma millum tey bestu 32 í liðsvimjingini, tí hetta er týðandi krav í nýggju úrvalsskipanini hjá ÍSF, sum stuðlar føroyskum ítróttafólkum.

Líggjas Joensen og Lea Osberg Højsted vórðu um vikuskiftið kosin til ársins svimjarar av íðkaranevndini hjá SSF. Tey eru bæði fødd í 2008.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Breddin
191814
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. mai
KAKUMiKS (1:7) - teknmálstulkað
191815
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720