Oljutangin gjørdur klárur til veturin

Oljutangin gjørdur klárur til veturin
Avgerð er ikki tikin enn, um tangin skal takast niður ella um hann skal umvælast, nú er hann bara tryggjaður fyri veturin
Nú er tangin klárur til vetrarveðrið
Mynd: Sigrún Brend  
 
17.11.2024 - 17:20

Eingin avgerð er enn tikin um, hvat skal henda við oljutanganum hjá SEV á Sundi, sum í illveðri í september, smokkaði saman.  

Oljutangin var bygdur upp av 10 ringum jarnringum, men nú eru sjey av teimum 10 ringunum skornir niður. Tríggir teir niðastu ringarnir eru gjørdist úr tjykkri tilfari, og mett er, at teir skuldu klára veður og vind í vetur. 

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur við útvarpið, at miðað verður eftir, at oljutangin verður klárur at taka í nýtslu í summar. Tangin skuldi eftir ætlan latast SEV í november í ár. Tangin 8.000 rúmmetrar av olju, hann er umleið 22 metrar í diametur og 22 metrar høgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523