Dumpari mist grót á koyribreytina í Eysturoyartunlinum

Dumpari mist grót á koyribreytina í Eysturoyartunlinum
Løgreglan boðar frá, at smátt grót er dottið úr lastini á einum dumpara og niður á koyribreytina inni í Eysturoyartunlinum
 
04.11.2024 - 18:13

Talan er um sonevnt nevagrót, ið liggur á vegnum miðskeiðis á teininum millum portalin Hvítanes-megin og rundkoyringina inni í tunlinum, og á teininum frá rundkoyringini út til Rókina. 

Teinurin millum rundkoyringina inni í tunlinum og Rókina er stongdur í løtuni, meðan arbeitt verður við at rudda grótið burtur av vegnum, - og annars verður mælt til at koyra varliga á hinum teininum, sigur løgreglan.

Dagført kl. 18.27: Nú er koyrandi aftur, boðar løgreglan frá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Breddin
191814
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. mai
KAKUMiKS (1:7) - teknmálstulkað
191815
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720