HB steypavinnari fyri 30. ferð

HB steypavinnari fyri 30. ferð
HB er steypavinnari hjá monnum 2024 eftir ein drúgvan dyst ímóti grannunum í B36, tí bæði umdystur og brotssparkskapping máttu til, áðrenn vinnarin var funnin.
HB vann finaluna um Løgmanssteypið í gjárkvøldið, og hevur felagið nú vunnið steypakappingina 30 ferðir
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
03.11.2024 - 09:53

Sammy Skytte legði HB á odda longu í øðrum minutti, men tíggju minuttir seinni javnaði Jann Benjaminsen fyri B36, og 1-1 var hálvleiksstøðan.

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik legði Hannes Agnarsson B36 framum 2-1, sum var støðan leingi, men seks minuttir fyri tíð javnaði Ári Mohr Jónsson til 2-2.

Einki mál kom í umdystinum, so alt mátti avgerast við brotsspørkum, og har royndust HB-ararnir drúgvari, tí teir fingu mál fýra ferðir og B36-ararnir tríggjar ferðir.

Enn einaferð fekk Ári Mohr Jónsson avgerandi týdning, tí hann átti seinasta brotssparkið, ið tryggjaði HB sigurin í steypakappingini fyri 30. ferð.

Samstundis fegnaðust tey í Runavík um, at HB vann, tí sigurin merkir, at NSÍ við sínum fjórða plássi sleppur at spæla europeiskan fótbólt næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477