Signe gevst sum landsliðsvenjari

Signe gevst sum landsliðsvenjari
Eftir gott hálvtannað ár í sessinum eru FSF og Signe Pries Andersen vorðin samd um, at sáttmálin, sum gongur út við árslok, ikki verður longdur
Signe Pries Andersen hevur staðið á odda fyri fótbóltslandsliðnum við kvinnum í gott hálvtannað ár
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
31.10.2024 - 16:49

Signe Pries Andersen gevst sum venjari hjá bestu føroysku fótbóltskvinnunum.

Sáttmálin, sum gongur út við árslok, verður ikki longdur, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

 - Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, og eg vil ynskja FSF, kvinnulandsliðnum, føroyskum fótbólti, og øllum teimum mongu fryntligu fólkunum, sum eg havi møtt hesa tíðina, eg havi verið í Føroyum, alt tað besta, sigur Signe Pries Andersen.

Arbeiðið at finna og seta nýggjan landsliðsvenjara til kvinnurnar fer í gongd beinanveg, og FSF vónar at ein loysn er funnin, áðrenn februar mánað komandi ár, tá næstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum er á skránni.

 - Vit hava verið væl nøgd við tað arbeiði, sum Signe Pries Andersen hevur lagt í uppgávuna at virka sum føroyskur landsliðsvenjari, umframt ymiskt annað, ið hon hevur staðið fyri. Men nú skiljast vit í sátt og semju, og vilja ynskja henni alt tað besta framyvir, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477