Pengar til ung í ríkisfelagsskapinum

Pengar til ung í ríkisfelagsskapinum
Nú ber til at søkja um pengar úr einum grunni, sum verkætlanin Sjómaq fíggjar í samstarvi við Dansk Ungdoms Fællesråd 
Sjómaq hevur millum annað kannað, hvat ung í ríkisfelagsskapinum vita hvør um annan.
 
31.10.2024 - 06:21

Nú ber til at søkja um pengar úr einum grunni, sum verkætlanin Sjómaq fíggjar í samstarvi við Dansk Ungdoms Fællesråd. 

Grunnurin stuðlar tiltøkum, sum eru við til at styrkja felagsskapin og víðka kunnleikan hjá ungdóminum í ríkisfelagsskapinum. 

Tað kann vera alt frá vikuskiftisskeiðum, gongutúrum, ítróttakappingum, summarlegum, filmslegum, sjónleiki ella talgildum ráðstevnum. 

Ungmannafeløg og ungdómsbólkar, sum virka eftir demokratiskum mynstri og eru í Føroyum, Grønlandi ella Danmark, kunnu søkja.

Ung millum 16 og 30 ár úr í minsta lagi tveimum londum kunnu søkja.

Høvuðsumsøkjarin skal vera fyltur 18 ár.

Til ber at søkja um í mesta lagi 200.000 kr. til hvørja verkætlan.

Umsóknarfreistin er til 19. februar næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV