Teknistovan var nokk so nýggj, tá vit vunnu kappingina um Norðurlandahúsið

Teknistovan var nokk so nýggj, tá vit vunnu kappingina um Norðurlandahúsið
Tað sigur Ola Steen, sum var høvuðsarkitekturin handan Norðurlandahúsið, og hetta fekk stóran týdning fyri teknistovuna
Ola Steen, arkitektur
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
29.10.2024 - 14:30

Í samrøðuni greiður Ola Steen, sum vit hittu í Norðurlandahúsinum í heyst, um hvaðani íblásturin kom frá. Eisini sigur hann okkum, at hann ikki helt at uppskotið var nóg gott, tá hann og Kolbrún Ragnarsdóttir vunnu kappingina. Men so stórir møguleikar vóru í uppskotinum, sum teknistovan síðani menti saman við millum annað einum ljóðakkustikkara.

Og sum nakað heilt serligt, bygdi teknistovan eisini eitt model í lutfallinum 1:10, sum tú kundi fara inn í.

Ola Steen nevnur eisini tann stóra týdningin, sum Gunnar Hoydal fekk fyri verkætlanina.

Tað er eisini týdningarmikið, at tú sum arkitektur altíð leggur teg eftir at tekna ein bygning, sum sær út sum tað, ið hann er og skal innihalda, sigur Ola Steen.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Ola Steen her!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523