U19-menninir ov stuttir

U19-menninir ov stuttir
Tað endaði við teprum tapi í bronsufinaluni, tá ið U19-menninir hjá Føroyum spældu ímóti Onglandi í sínum seinasta NEVZA-dyst á hesum sinni.
Føroysku U19-menninir taptu síðstu trý setti so tepurt sum tað ber til
Mynd: Søren Stache/Getty Images  
 
27.10.2024 - 15:25

Føroyingarnir løgdu væl frá landi og vunnu fyrsta sett 25-19, men síðani rendu teir seg í tepra mótgongd og máttu lúta næstu trý settini.

Fyrst 23-25 í øðrum setti, so 25-27 í triðja setti og at enda 24-26 í fjórða setti, so nógv javnari fekk tað illa verið.

Sostatt søgdu onglendingar takk fyri síðst, tí innleiðandi vunnu Føroyar 3-1 á Onglandi, og tí mugu Føroyar taka til takkar við fjórða plássi.

Svøríki og Danmark spæla finaluna í NEVZA-kappingini klokkan 17, og hon verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Kvinnurnar ikki víðari
Føroysku U19-kvinnurnar rendu seg í innleiðandi bólkinum í tvey av stinnastu liðini í kappingini, Norra og Danmark.

Men í dystunum, sum vóru fríggjadagin, máttu føroysku kvinnurnar í báðum førum lúta 0-3 og komu tí ikki víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Breddin
191814
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. mai
KAKUMiKS (1:7) - teknmálstulkað
191815
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720