Eingin niðurstøða á fundinum í dag

Eingin niðurstøða á fundinum í dag
Landsstýrismálanevndin tók onga avgerð á fundinum í dag viðvíkjandi hoyringssvarið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, og Umhvørvismálaráðnum
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
10.10.2024 - 18:32

Seinnapartin í dag viðgjørdi landsstýrismálanevndin svarið, hon fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um fyribilsniðurstøðuna hjá nevndini.

Svarið er 36 síður.

Men landsstýrismálanevndin tók onga avgerð á fundinum í dag viðvíkjandi hoyringssvarið frá Ingilín D. Strøm og Umhvørvismálaráðnum. 

Tað váttar Hans Jákup Thomsen, formaður. 

Hans_Jakup_1

 

Fyribilsniðurstøðan er tann sama sum hjá Landsgrannskoðanini. Hon er, at nógvar og týðiligar ábendingar eru um trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum. 

Á skránni hjá landsstýrismálanevndini var eisini ein klaga, sum nevndin hevur um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Har hevur nevndin ikki gjørt fyribilsniðurstøðu enn, og kæran um landsstýrismannin var ikki á skránni í dag.

Hans_Jakup_2

 

Dennis Holm hevur latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki, og fyrrverandi starvsfelagi hansara, Árni Skaale kærdi hann fyri tað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juni
Video: 8mf, sundalagsstevna 2025
193299
Leygardag 14. juni
Video: 6mf kvinnur, sundalagsstevna 2025
193297
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263