Bárður fingið heiðursmerki fyri Bob

Bárður fingið heiðursmerki fyri Bob
Hetta er fimtu ferð, at Bárður Oskarsson fær The White Raven-heiðursmerki
Bárður Oskarsson
 
10.10.2024 - 15:42

Bárður Oskarsson hevur fingið The White Ravens-heiðursmerkið í ár fyri myndabókina Bob.

The White Ravens” er úrval av altjóða góðskubarna- og ungdómsbókmentum. 

Hvørt ár velur InternaFonale Jugendbibliotek einar 200 merkisverdar nýggjar barna- og ungdómsbøkur. Í ár eru tær 216 útvaldu bøkurnar úr 62 londum og á 44 málum, og hesa ferð er myndabókin Bob hjá Bárði Oskarsson í rúgvuni.

Valið er grundað á ummæli og fríeintøk, sum bókasavnið fær ígjøgnum árið.

Nevndin leggur dent á bøkur við høgum bókmentaligum og myndaligum stigi, og á evnini, sum bókin viðger, sum kunnu hava áhuga fyri ein altjóða lesaraskara.

 

Bob

 

Kanin Bob

Bob snýr seg um kaninina Bob, sum leitar eftir heilt røttu gularótini. Tað er ikki lætt hjá honum at velja.

The White Ravens-nevndin lýsir Bárð Oskarsson sum ein meistara at tekna minimalistisk andlitbrá og skriva beinraknar setningar. 

Hansara stuttu søgur um kaninina og hundin tykjast einfaldar, men hava í veruleikanum bæði ein brodd og heimspekiliga grundan.

Hetta er fimtu ferð, at Bárður Oskarsson fær The White Raven-heiðursmerki.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Bob út í vár, og Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli. Rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er í fleiri øðrum londum fyri bókini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941