Kappingarnevndin hjá FSF keypir sær tíð

Kappingarnevndin hjá FSF keypir sær tíð
Eingin úrskurður er enn í málinum um ólógligu útskiftingina hjá TB, tá TB vann 2-1 móti B71 við Stórá leygardagin. Nevndin umrøðir enn møguleikarnar
Eingin úrskurður er enn í málinum um ólógligu útskiftingina hjá TB, tá TB vann 2-1 móti B71 við Stórá leygardagin. Kappingarnevndin hjá FSF umrøðir enn møguleikarnar, og kemur neyvan við einum úrskurði hesa vikuna
Mynd: FSF  
 
09.10.2024 - 11:03

– Vit koma við ongum úrskurði í dag um støðuna í dystinum millum TB og B71.

Tað er stutta viðmerkingin frá Róin Schrøter, formanni í kappingarnevndini hjá FSF, tá hann verður spurdur, um kappingarnevndin kemur við nøkrum úrskurði í dag í dystinum millum TB og B71, sum TB vann 2-1.

Í hesum dystinum framdi TB eina útskifting í yvirtíðini – sín fjórða steðg í dystinum til at skifta spælara inn, og hetta er ikki loyvt, tí eitt lið kann bara brúka tríggjar steðgir í einum dysti til at fremja útskiftingar.

Dómararnir løgdu ikki til merkis, at hetta var fjórði steðgurin hjá TB at fremja útskifting, og loyvdu tí útskiftingini, og av tí, at eingin fjórði dómari er í næstbestu deildini, so eru tað dómararnir og heimaliðið, sum hevur ábyrgdina fyri útskiftingum.

Kappingarnevndin viðgerð enn málið
Nú er málið enda á borðinum hjá kappingarnevndini hjá FSF, sum skal koma við niðurstøðu í málinum. Portalurin skrivar, at kappingarnevndin viðgjørdi málið mánadagin og í gjár, men enn verður eingin úrskurður í málinum. 

Av tí, at tílíkt mál ikki er komið fyri í Føroyum áður, so verður hugt uttanlands eftir dømum, har lið hava brúkt fýra steðgir til útskiftingar, og har finnast nøkur fá dømi um hetta úti í heimi. Í Írlandi, Íslandi og Norra eru dømi, har hetta ikki hevur fingið ítróttaligar avleiðingar. Tó finst tað eitt fordømi úr Finnlandi, har lið brúkti fýra steðgir til at fremja útskifting, og tá varð nýggjur dystur ásettur.

Tí hevur kappingarnevndin hjá FSF, sum Kringvarpið skilir á lagnum, “keypt” sær tíð, nú landsdystir eru á skránni, og 1. deild hevur ein steðg fram til leygardagin 19. oktober, at koma við einum úrskurði í málinum, ið verður vegleiðandi fyri líknandi dømi í framtíðini.

Tríggir møguleikar
Kringvarpið skilir, at arbeitt verður við trimum møguleikum. Fyrsti møguleikin er at geva TB bót og dómarunum eina ábreiðslu. Annar møguleikin er, at dysturin skal spælast av nýggjum, har dømi er úr Finnlandi um hetta, og triði møguleikin er, at TB verður dømt at tapa dystin 3-0.

FSF-reglarnar eru rættiliga ógreiðar, tá tað snýr seg um útskiftingar, eftir at fimm útskiftingar komu í gildi í 2023, og tí fer hendan avgerðin, sum áður nevnt, at skapa fordømi fyri líknandi støður í framtíðini.

Tætt í toppinum
Rættiligur spenningur er í toppinum í 1. deild í ár. FC Suðuroy, B71 og TB stríðast um beinleiðis uppflyting til bestu mansdeildina komandi kappingarár. 

Lið skulu enda í topp trý fyri at flyta beinleiðir upp, og her liggur FC Suðuroy best fyri. Felagsliðið í sunnaru helvt í Suðuroynni er í løtuni nummar tvey við 41 dystum eftir 24 dystir.

Nummar trý er B36, sum ikki kann flyta upp, við 40 stigum eftir 23 dystir. B71 er nummar fýra við 38 stigum eftir 24 dystir (sambært stigatalvuni inni á fsf.fo), og TB er nummar seks við 36 stigum eftir 24 dystir.

AB hevur enn ein teoretiskan møguleika, men liðið hevur spælt ein dyst fleiri, enn áðurnevndu lið, og liggur í løtuni á fimta plássi við 36 stigum eftir at hava spælt 25 dystir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. november
Morgunlestur týsdagur 5. november 2024
182921
Mánadag 4. november
Við Tórði á túri í Koltri (2:3)
183097
Mánadag 4. november
Norðurljóð 4.november 2024
182563
Mánadag 4. november
Til lukku HB
183086
Mánadag 4. november
Góðan morgun Føroyar
183037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920
Fríggjadag 1. november
Veðrið
182950
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906