Yvir 13 milliardir í almennum útreiðslum

Yvir 13 milliardir í almennum útreiðslum
Almennu útreiðslurnar í Føroyum hava ongantíð verið so stórar sum í fjør
Almennu útreiðslurnar hava ikki verið størri enn í fjør.
 
04.10.2024 - 06:39

Almennu útreiðslurnar í Føroyum hava ongantíð verið so stórar sum í fjør.

Tær vóru slakar 13,2 milliardir krónur.

Í 2022 vóru tær slakar 12 milliardir, skrivar Hagstovan.  

Almennar útreiðslur eru allar útreiðslurnar hjá almennari fyrisiting og tænastu.

Almennu útreiðslurnar vera býttar á virkisøki. 

Virkisøkið er í tveimum stigum. Har eru 10 høvuðsbólkar og 69 undirbólkar.

Størsti høvuðsbólkur í fjør er almannavernd. Hon kostaði 4,6 milliardir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840