Dartlandsliðið: Skulu verja 16. plássið

Dartlandsliðið: Skulu verja 16. plássið
Føroyska dartlandsliðið er farið til Slovakia, har EM í dart verður hesa vikuna. Føroyingarnir skulu verja 16. plássið, sum teir fingu í Spania í 2022
Føroyska dartlandsliðið undan fráferð til Slovakia, har EM verður hesa vikuna
Mynd: Dartsamband Føroya  
 
24.09.2024 - 11:25

Føroyska dartlandsliðið er farið til Slovakia, har evropameistaraheitið verður komandi vikuna, skrivar Dartsamband Føroya.

Har skulu føroyingarnir royna at verja 16. plássið, sum tað eydnaðist at fáa, tá EM var í Spania fyri tveimum árum síðan.

Tað eydnaðist ikki at manna eitt lið við kvinnum hesa ferð, og tí luttaka Føroyar bert við mansliði. Teir, sum eru við á liðnum eru Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh og Uni Árting. Venjarin, Jens Albert Simonsen, og formaðurin, Annfinn Hjaltalin, eru eisini við í føroyska ferðalagnum.

Týsdagin er byrjanarhátíð og fundarvirksemi á skránni. Dystir verða mikudagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra leikarar eru á hvørjum liði.

Dartsambandið skrivar, at tað er ilt at meta um, hvussu líkindini eru fyri at fáa eins gott úrslit og seinast hesa ferð. Í liðkappingini eru londini styrkismett, men í einmans- og tvímansleiki er tilvildarligt lutakast, sum kann fáa avgerandi týdning.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523