Kommunufelagið tekur undir við talgildari tinglýsing

Kommunufelagið tekur undir við talgildari tinglýsing
Felagið mælir eisini til, at í skiftistíðini verður tinglýsingin meiri talgild, enn hon er í dag
Borgarstjórafundurin í Kommunufelagnum hevur viðgjørt uppskotið og tekur fult undir við tí.
 
10.09.2024 - 08:50

Kommunufelagið tekur fult undir við talgildari tinglýsing.

Umhvørvismálaráðið hevur sent uppskot um at broyta tinglýsingarlógina í hoyring.

Endamálið við lógarbroytingini er at fáa fulla talgilda tinglýsing.

Borgarstjórafundurin í Kommunufelagnum hevur viðgjørt uppskotið og tekur fult undir við tí.

Kommunufelagið mælir eisini til, at í skiftistíðini verður tinglýsingin meiri talgild, enn hon er í dag.

Felagið sigur, at sannlíkt tekur tað nógv ár at gera eina serstaka og vælvirkandi skipan til endamálið. 

Tí heitir felagið staðiliga á politisku skipanina um í hesi skiftistíð at skapa neyðugu lógarheimildirnar fyri, at verandi mannagongdir kunnu gerast meiri talgildar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076