- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbóltssambandið ger broytingar í kappingini
Hereftir skulu nummar eitt og tvey í bestu kvinnu- og mansdeildini spæla upp í tríggjar FM-finalur, heldur enn tvær finalur og møguliga gullsettið, sum nú fella burtur.
Flogbóltssambandið skrivar, at tað liðið, sum fyrst vinnur tvær finalur, er føroyameistari uttan mun til settmun í einstøku dystunum. Nummar eitt í sjálvari landskappingini ger av, hvar fyrsti dystur skal spælast. Liðið, sum endar nummar tvey ger av, hvar næsti dystur skal spælast, og síðani ger liðið, ið endar nummar eitt, av, hvar seinasti dystur skal spælast, gerst tað neyðugt.
Landskappingin hjá teimum vaksnu verður spæld uttan steðg og endar við FM-finalunum í mars.
- Tá finalurnar í Hotel Djurhuus og Polestar deildunum eru avgreiddar, verður Bónus kappingin fyri vaksin sett í gongd, og endar hon við steypafinalum í apríl, eins og vit kenna tað. Samlaða tíðarskeiðið, spælt verður í, verður tí á leið tað sama sum í fjør, og verður ikki longt ella stytt nakað serligt, skrivar Flogbóltssambandið.
Flytingarvindeygað broytt
Flytingarvindeygað, ið áður var fram til 1. februar, er nú flutt til 1. desember. Hetta er gjørt, so at flytingarvindeygað ikki liggur ov tætt FM-finalunum, og er galdandi fyri allar deildir.
Flogbóltssambandið krevur heilsuváttan frá øllum spælarum, sum spæla í bestu deildunum hjá teimum vaksnu, men av tí, at Flogbóltssamband Føroya onga skrásetingarskipan hevur fyri heilsuváttanir, so skulu feløgini árliga sjálvi senda inn galdandi heilsuváttanir fyri allar spælarar, ið skulu hava spælaraloyvi.
Hesar heilsuváttanir skulu ikki verða eldri enn fimm ár.