Fleyr og SÍ vunnu stórsteypini

Fleyr og SÍ vunnu stórsteypini
Fleyr hjá kvinnum og SÍ hjá monnum vunnu stórsteypadystirnar í flogbólti, sum vóru spældir í ítróttahøllini á Sandi í gjár.
 
08.09.2024 - 12:51

Í kvinnudystinum vann Fleyr 3-0 á greipuvinnarunum frá í fjør, Drátti, og settúrslitini vóru 25-8, 25-8 og 25-15.

Og í mansdystinum vunnu steypavinnararnir hjá SÍ á føroyameistarunum hjá Mjølni.

Har var bara spenningur um fyrsta sett, sum SÍ vann 26-24, og síðani tók hini bæði settini 25-16 og 25-7.

Øll inntøkan frá stórsteypadystunum í flogbólti fer hesa ferð til Autismufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076