Ikki grundarlag at byrja nýggjan heilsurøktaraflokk

Ikki grundarlag at byrja nýggjan heilsurøktaraflokk
Bara fimm umsóknir vóru hesa ferð, og ein orsøk er helst, at hetta er fyrstu ferð, at heilsurøktaranæmingar vóru tiknir inn at byrja í august, sigur stjórin á Heilsuskúlanum
Heilsuskúlin í Suðuroy.
 
28.08.2024 - 11:27

Tá freistin at søkja inn at lesa til heilsurøktara var farin 15. mars, vóru einans fimm umsóknir komnar.

Hetta var ov lítið grundarlag til at byrja nýggjan flokk, sigur Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúlanum, sum í ár hevði gjørt pláss fyri tveimum flokkum, og ætlaði at vaksa næmingatalið úr 21 upp í 34.

 

Vivie Davidsen, stjóri á Heiluskúlanum.

 

- Ein orsøk til fáu umsóknirnar hesa ferð er helst, at vit hava broytt árskalendaran, og at hetta er fyrstu ferð, vit taka heilsurøktaranæmingar inn at byrja í august, sigur Vivie Davidsen. Fólk eru ikki von við umsóknarfreistina til skúlabyrjan í august, sigur hon.

- Haraftrat hava vit ikki gjørt nakað serligt burturúr at kunna um nýggjar flokkar, men hinvegin valt at raðfesta at fáa árskalendaran at rigga hjá verandi flokkum.

 

Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. 

 

Vil hava deild norðanfjørðs

Forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum, Bingerð H. Fosságil, segði í skrivi í seinastu viku, at  "nú er tíð uppá at flyta útbúgvingina nærri teimum fólkunum, sum ynskja at útbúgva seg til heilsurøktara".

Hon mælti til, at ein nýggj deild av Heilsuskúlanum verður stovnað norðanfyri - helst í tilknýti til eitt annað útbúgvingarstað.

Hetta hevur Vivie Davidsen onga viðmerking til, tí hetta er ein politiskur spurningur, sigur hon.

Ein stór avbjóðing er, at fólk ikki fáa løn, meðan tey útbúgva seg, sigur Vivie Davidsen. 

 

 

Einki arbeiðsloysi

Stórur partur av teimum, sum søkja á Heilsuskúlan, eru fólk, sum longu arbeiða í fakinum. 

Í løtuni er einki arbeiðsloysi, og tað ger eisini, at færri fólk søkja inn á Heilsuskúlan, sigur skúlastjórin, Vivie Davidsen.

Hon er vís í, at fingu fólk løn undir útbúgving, vóru nógv fleiri, sum vildu útbúgva seg til heilsurøktara.

Heilsuskúli Føroya hevur gjørt seg til reiðar til ein flokk av heilsurøktarum aftrat, soleiðis at frameftir kunnu vera tveir flokkar við 17 næmingum í hvørjum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. oktober
Andarblak - Proclaim
181899
Hósdag 10. oktober
Brot úr Føroya søgu
181882
Hósdag 10. oktober
Breddin: Polarisering
181877
Hósdag 10. oktober
Góðan morgun Føroyar
181872
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181821
Týsdag 8. oktober
Veðrið
181809
Týsdag 8. oktober
Hvør býr her? (2:4)
180891
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765